"Pedagogfelagið góðtekur ikki, at arbeiðsgevarin flokkar eitt námsfrøðiligt leiðslustarv við lægri løn, lægri eftirløn og uttan vunnar sáttmálamøguleikar, enn leiðslur í líknandi størvum fáa við einastu grundgeving, at hetta er eitt starv við námsfrøðiligari bakgrund".
Hetta skrivar Pedagogfelagið á heimasíðu sínari
Seinastu tíðina hevur samskiftið verið millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag, um flokking av størvum hjá eindarleiðarum í Tórshavnar kommunu. Eingin semja hevur verið at funnið um flokking og annað, men kortini eru størvini lýst leyst.
Hetta ilskast Pedagogfelagið um, og skrivar í morgun at talan er um greitt sáttmálabrot, tí øll nýggj størv eiga at flokkast, áðrenn tey verða lýst leys. Føroya Pedagogfelag harmast um, at samráðingarnar við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ikki komu á mál, men skrivar eisini at arbeiðsgevarin hevur sett ynski um lágar starvsfólkaútreiðslur hægri, enn arbeiðið sum fyrireikingarbólkurin gjørdi; nakað ið skuldi tryggja fakliga vitan.
Pedagogfelagið krevur, at lýsingin eftir teimum fýra eindarleiðarastørv, ið Tórshavnar kommuna hevur, verður tikin aftur áðrenn klokkan 18 í kvøld. Annars verður farið víðari við málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald