Innanlands

Pedagogfelagið krevur greiðar mannagongdir tá latið verður upp aftur

– Tað er eftir eina slíka tíð við undantaksstøðu í øllum samfelagnum, ikki ein fjarur tanki, at møguleikin er fyri, at ótti er á fólki, nú tosað verður um at lata samfelagið upp aftur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-04-06 11:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í skjótt tríggjar vikur hevur samfelagið verið rakt av korona-tiltøkum. Hetta hevur verið ein tíð, ið er merkt av undantaksstøðu. Nú ein tíð er fráliðin og neyð- og serskipanir eru gjørdar, heitir Føroya Pedagogfelag á almennu arbeiðsgevararnar um at koma við skilagóðum og tryggum leistum til at lata samfelagið upp aftur.

– Tað er eftir eina slíka tíð við undantaksstøðu í øllum samfelagnum, ikki ein fjarur tanki, at møguleikin er fyri, at ótti er á fólki, nú tosað verður um at lata samfelagið upp aftur. Tað eru starvsfólk sum av heilsuávum, ella øðrum orsøkum, kunnu verða í stórum vandabólki fyri at gerast sjúk, um nú smittan kemur á ein dagstovn.

– Í einum arbeiði, har man veitir einum øðrum menniskja umsorgan, tað veri seg innan heilsu, røkt og námsfrøði, brúkar starvsfólkið sín kropp og sína sál. Hesi eru til eina og hvørja tíð í beinleiðis sambandi við menniskju. Her er ikki møguligt at seta glasveggir upp, ella at halda frástøðu á 2 metrar, sigur Pedagogfelagið í skrivi.

Felagið eftirlýsir ætlanir og mannagongdir, gjørdar saman við heilsumyndugleikunum, um hvussu dagstovnarnir lata upp aftur.

– Her er ymiskt at fyrihalda seg til: Ber til at lata alt upp í einum, skulu stovnarnir taka ímóti øllum børnunum í einum, verða upplatingartíðirnar skerdar ella er ætlanin at stigvíst økja um barnatalið á stovnunum? Og kann væntast, at møguligt er at veita eitt fullgott námsfrøðiligt tilboð, undir serligum umstøðum? spyr felagið, sum vísir á, at sami spurningur er galdandi fyri fólkaskúlan og frítíðarskúlan.

Tað er neyðugt at Mentamálaráðið og kommunurnar gera felags ætlanir um, hvussu hetta arbeiði skal skipast, sigur felagið.

– Við stórari vælvild hava starvsfólk lagað seg til broytta gerandisdagin. Vit hava dømir um, at starvsfólk eru farin í 14 dagar langt sóttarhald við búfólkum/borgarum og eisini eru starvsfólk farin á onnur økir at veita eina hjálpandi hond. Eisini hava starvsfólk valt at brúka feriu og avspákingartímar, soleiðis at tey eru tøk til arbeiðis, tá alt letur upp aftur. Hjartarúm og viljin at finna loysnir hevur ikki manglað frá starvsfólkunum á námsfrøðiliga økinum, sigur Pedagogfelagið at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder