Innanlands

Pedagogfelagið sent Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum skriv

Tað er framvegis ógreitt, hvat stendur í skrivinum, men hetta er fyrstu ferð síðani fríggjadagin, at samband er millum partarnar.

2021-05-27 17:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin í farnu viku vrakaði Føroya Pedagogfelag semingsuppsskotið frá Semingsstovninum. Nýggjur sáttmáli skal gerast millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Føroya Pedagogfelag - tann seinasti gekk út 1. oktober í fjør - men seinastu tíðina hevur tað verið lítið, ið bendir á, at ein semja av álvara er á veg. 

Nú hómast ein glotti, tí Pedagogfelagið hevur nú tikið sambandi upp aftur.

- Seinnapartin í gjár fingu vit skriv frá Føroya Pedagogfelag. Nú fara vit at viðgera tað, og taka síðani støðu til, hvat skal henda, sigur Anita Fuglø, leiðari í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, við Kringvarp Føroya.

Einki samband hevur annars verið millum partarnar síðani fríggjadagin- bíðað hevur verið eftir hvør øðrum.

Tað er ógreitt, hvat stendur í nevnda skrivi. Tað vil Anita Fuglø ikki upplýa fyri miðlunum, og einki hevur verið at frætt frá Pedagogfelagnum, ið ynskirat fáa eitt betri útspæl. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder