Í morgun boðaði Jakob Ellemann-Jensen frá, at hann leggur frá sær sum formaður í Vinstra og fer úr politikki, og inntil nýtt forfólk er funnið verða tað Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri og nú eisini virkandi búskaparmálaráðharri, og Stephanie Lose, næstforkvinna í Vinstra, sum yvirtaka leiðsluna av flokkinum.
Og fleiri í Vinstra hava nú eisini peikað á Troels Lund Poulsen sum nýggjan formann.
Les eisini: Jakob Ellemann-Jensen gevst í politikki
Søren Gade, formaður í fólkatinginum sigur í dagføring á Facebook, at Troels Lund Poulsen og Stephanie Lose høvdu eitt fyrimyndarligt samstarv um leiðsluna, meðan Jakob Ellemann-Jensen var sjúkrameldaður fyrr í ár, og heitir hann á tey um at bjóða seg fram.
Anders Fogh Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharri sigur í dagføring á Facebook, at hann tekur undir við Søren Gade.
Hann sigur, at Vinstra eigur at standa saman í ringum tíðum fyri at tryggja nýggja framgongd fyri flokkin.
Eftirmaðurin hjá Jakob Ellemann-Jensen verður funnin á landsfundi hjá Vinstra í november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald