Uttanlands

Pele Broberg hevur mist uttanríkismál

Grønlendski landsstýrismaðurin røkir nú sjálvur uttanríkis og veðurlagsmál

Pele Broberg her saman við Bárði á Steig Nielsen (Savnsmynd)

Pele Broberg her saman við Bárði á Steig Nielsen (Savnsmynd)

2021-09-27 16:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Pele Broberg úr flokkinum Naleraq er ikki longur landsstýrismaður við uttanríkismálum. Men hann hevur framhaldandi ábyrgdina av vinnu- og handilsmálum.

Múte B. Egede, landsstýrisformaður, hevur tikið málsøkið frá honum í dag.

Sostatt hevur tað fingið avleiðingar fyri Pele Broberg, at hann í farnu viku segði við danska blaðið Belingske, at bert fólk við inuitt-bakgrund eiga at sleppa at greiða atkvøðu til eina komandi atkvøðu um sjálvstýri.

Stutt frammanundan hevði sami landsstýrismaður eisini gjørt vart við seg við eini óvæntaðari útmelding um ríkisfelagsskapin sum hugtak. Les: Eiga ikki at brúka orðið ‘ríkisfelagsskapur’ 

Múte B. Egede úr IA var skjótur úti og vísti hesum aftur, og hann gjørdi greitt, at útsøgnirnar hjá Pele Broberg ikki eru galdandi fyri grønlendska landsstýrið, Naalakkersuisut.

Stutt eftir hetta boðaði flokkurin Atassut, sum er stuðulsflokkur hjá landsstýrinum, at flokkurin ikki longur hevur álit á Broberg, og flokkurin ynskti tí eina broyting í landsstýrinum.

Umframt uttanríkismál, so hevur Múte B. Egede sjálvur eisini tikið yvir verðurlagsøkið frá Pele Broberg, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

Pele Broberg sjálvur hevur enn ikki gjørt viðmerkingar til málið.

Grønlendska landsstýrið hevur eisini fingið ein nýggjan lim. Tað er Paneeraq Olsen úr Naleraq, sum er útnevnd til landsstýriskvinnu við børn & ung og familjumálum. Hon tekur yvir málsøkið eftir Mimi Karlsen úr IA, sum hevur tikið sær av hesum økinum eftir at Eqaluk Høegh úr IA segði seg úr landsstýrinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder