Trýstið innanflokka á amerikanska forsetan, Joe Biden, um at gevast í royndini at stilla upp aftur í november heldur fram. Nú kemur fram, at eisini máttmikli demokraturin, Nancy Pelosi, hevur ávarað floksfelagan í Hvítu húsunum um, at sitandi forsetin neyvan hevur møguleika at vinna valið 5. november.
Tað siga fleiri keldur fyri sjónvarpsstøðini CNN.
Pelosi er limur í umboðsfólkatinginum, og skal hava víst á veljarakanningar, sum siga, at Biden ikki megnar at vinna á fyrrverandi republikanska forsetanum, Donald Trump.
Hon skal eisini hava sagt við Biden, at um hann stillar upp, so forðar sitandi forssetin fyri, at demokratarnir fáa meiriluta í umboðsfólkatinginum. Í løtuni hava republikanararar ein lítlan meiriluta.
CNN skrivar, at Biden vísti hesum aftur, og segði seg hava sæð veljarakanningar, sum bendu á, at hann kundi vinna á Trump.
Pelosi, sum er vald í Kalifornia, hevur í tveimum umførum verið forkvinna í umboðsfólkatinginum – seinast millum 2019 og 2023.
Fyrr í gjár skrivaði miðilin ABC News, at demokratiski meirilutaleiðarin í senatinum, Chuck Schumer, eisini hevði heitt á Biden um at gevast. Men hesi tíðindi hevur Schumer síðan víst aftur, skrivar Ritzau.
Aðrar keldur, sum CNN hevur tosað við siga, at tað ikki er vist, at Pelosi skal hava komið við eini líknandi áheitan á Biden.
Tilsamans 20 demokratiskir limir í kongressini hava heitt á Joe Biden at støðga við valstríðnum fyri heldur at lova øðrum valevni framat.
Les eisini: Enn ein áheitan á Biden um at gevast
Donald Trump liggur í løtuni tvey prosentstig framman fyri Biden í veljarakanningunum. Tað vísir eitt vektað miðaltal hjá greiningarstovninum FiveThirtyEight, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald