Uttanlands

Pence: Trump eigur ikki at verða afturvaldur

– Einhvør, sum setur seg sjálvan yvir amerikonsku grundlógina skal ongantíð vera forseti í USA, sigur Mike Pence, fyrrverandi varaforseti og valevni til komandi forsetavalið í USA, nú Trump er vorðin ákærdur fyri samansvørjing

Fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Mike Pence (Mynd: EPA)

Fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Mike Pence (Mynd: EPA)

2023-08-02 15:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mike Pence, ið var varaforseti undir Donald Trump, heldur, at nýggju ákærurnar móti Trump eru ein áminning um, at Trump ikki eigur at verða afturvaldur.

– Einhvør, sum setur seg sjálvan yvir amerikonsku grundlógina skal ongantíð vera forseti í USA, sigur hann sambært Ritzau.

Trump er ákærdur fyri samansvørjing fyri at svíkja USA, samansvørjing fyri at forða almennari tilgongd, forða og royna at forða einari almennari tilgongd umframt samansvørjing ímóti rættindum. Málið snýr seg um eina roynd at broyta forsetavalið í 2020.

Les eisini: Donald Trump ákærdur fyri samansvørjing

Eins og Trump stillar Pence upp til komandi forsetavalið, og eisini er hann eitt møguligt vitni í málinum móti Trump.

Ein annar republikanari, sum bjóðar Trump av í forsetavalstríðnum, er Ron DeSantis, guvernørur í Florida, og hann sigur seg stuðla Trump í hesum málinum.

Verður hann forseti, ætlar DeSantis at forða fyri, at stjórnin verður brúkt sum vápn og "tryggja ein standard fyri rættvísi fyri allar amerikanarar", skrivar hann á sosiala miðilin X, sum fyrr varð kendur sum Twitter.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder