Pengarnir, sum koma inn í sambandi við tvífaldu jarnmann stuðulsrenningina hjá Elmari Ósá skal brúkast tilat lætta um tilveruna hjá fólki viðautismu.
- Stuðulin gevur okkum møguleikar at veita hjálp, ið vit ikki hava havt fíggjarliga orku at veita frammanundan. Hetta kann vera upplivingar innan seráhugamálini hjá teimum við autismu, sum skapar innihald í teirra gerandisdegi. Eisini er altíð tørvur á upplýsandi fyrilestrum og undirvísing fyri fakfólk, foreldur og avvarðandi, skrivar Autismufelagið í tíðindaskrivi í dag.
- Autismufelagið takkar mangar ferðir fyri stuðulin við stórari virðing fyri, at Elmar á henda hátt ynskir at stuðla felagnum og soleiðis gera gerandisdagin lættari hjá familjum, har autisma er partur av dagliga lívinum. Eisini ein stór tøkk til tykkum mongu, ið hava latið pening til Autismufelagið. Tað gleðir og rørir okkum sera nógv.
Til ber at stuðla við at seta eina upphædd inn á kontuna 6460-1586787 í BankNordik.
Sí eisini: Video: Elmar stríðist við krampar – við gott mót kortini ( https://portal.fo/dagur-17816/elmar-stridist-vid-krampar--vid-gott-mot-kortini.grein
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald