Uttanlands

Penkowa fær ikki doktaraheitið aftur

Býarrætturin gevur universitetinum í Keypmannahavn viðhald í sakini um frátøku av doktaraheitinum hjá Milenu Penkowa

Milena Penkowa (Mynd: EPA/Jonas Vandall Ortvig)

Milena Penkowa (Mynd: EPA/Jonas Vandall Ortvig)

2019-01-18 22:42 Author image
Elisa Vang
placeholder

Universitetið í Keypmannahavn fekk í dag viðhald í sakarmálinum um doktaraheitið hjá Milenu Penkowa. Eitt doktaraheiti er hægsta akademiska viðurkennigin, og er grundað á fakligt trúvirði, munagott vísindaligt innlit og búnaskap.

"Vit eru nøgd við avgerðina hjá býarrættinum, sum stuðlar undir okkara meting av málinum. Doktaraheitið er forkunnugasta viðukennigin í universitetunum, og umboðar ovasta akademiska støðið. Vit hava, síðan málið byrjaði, sagt, at vit ætla at fylgja málinum til enda, og universitetið tekur vísindaligt ósketni í álvara. Vit hava harumframt arbeitt fyri at fáa skapt eina mentan, granskingarbólkar og leiðarir kunnu fáa møguleika fyri góð dialogi um haldgóðan vísindaligan sið, sigur Ulla Wever, sigur deildarstjórin á Heilsufrøðiligu deildina á Universitetinum í Keypmannahavn.

Bakgrund
Í 2017 varð doktaraheitið frátikið heilagranskaranum Milenu Penkowa, eftir at hon hevði verið í rættinum, ákærd fyri at hava falsað vísindalig úrslit og uppspunið ymiskar royndir við djórum í síni serritgerð frá 2001.

 

Kelda

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder