Innanlands

Pensjónistafelagið í sunnaru helvt í Suðuroy fingið hølir

Tað hevur tað ikki havt í nøkur ár, og tí setti nýggja býráðssamgongan í Vági sær fyri, at hetta skuldi broytast

2021-04-29 22:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Pensionistafelagið í sunnaru helvt hevur ikki havt hølir í nøkur ár og tí setti nýggja samgongan sær fyri at hetta skuldi broytast.

Vit hava ymisk hølir í kommununi, sum kunnu gagnnýtast meira og Miðlatún hevur so sera blíð og hjálpsom starvsfólk, har leiðarin Magnus Pauli West og formaðurin í Sosialu nevnd, Magnus Mørk Hjelm, skjótt funnu eina góða hølisloysn til pensionistafelagið.

Forkvinnan í Pensionistafelagnum, Ingeborg Vinther, var sera glað fyri, at pensionistafelagið endiliga fekk hølistrupuleikan loystan saman við nýggju samgonguni í Vágs kommunu.

- Vit vóna at Pensionistafelagið fær nógvar góðar og hugnaligar løtur í Miðlatún og eri eg sera glaður fyri, at hesin langtíðar trupulleikin kundi loysast so smidliga, sigur Magnus Mørk Hjelm.

Vágs kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder