Eitt sjónband er frá 2004 og hini bæði eru frá januar 2015. The Guardian skrivar, at flogskiparar frá amerikanska flotanum, ið á sjónbondinum undrast stórliga, hava hitt okkurt, ið ikki kann eyðmerkjast - unidentified flying objekt (UFO)
Sjónbondini hava áður verið á alnótini, tí tey eru likin út av einari ella aðrari orsøk.
Nú hevur amerikanska verjumálaráðið kunngjørt sjónbondini fyri at gera greitt, at tey eru verulig, og at tað ikki er meira í teimum enn so.
Tað er framvegis óvist, hvat tað var sum ymsu flogskipararnir sóu á sínum royndartúrum. Hetta var nakað heilt ókent fyri teir, og nakað ið mynduleikararnir í USA ikki hava fingið greiðu á.
Sjónbandi omanfyri hevur bretska The Guardian klipt saman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald