2020-03-08 22:26
Árligi aðalfundurin hjá Føroya Ferðaleiðarafelag varð hildin í Mettustovu í Tórshavn sunnudagin 23. februar 2020.
Ein nevndarlimur stóð fyri vali, og varð Bjørg Jacobsen vald.
Nevndin skipaði seg á fundi mikudagin 4. mars, við Per Hansen sum formanni, Bergljót D. Hentze sum næstforkvinnu/skrivara, og Bjørg Jacobsen sum kassameistara.
Tiltakslimir eru Edny Poulsen og Jens Mortan Rasmussen.
Føroya Ferðaleiðarafelag er áhugafelag fyri ferðaleiðarar, og virki tess er at savna øll, sum starvast sum ferðaleiðarar (guide), undir skipaðum viðurskiftum og førleikatreytum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald