Í gjár bórust boðini um, at royndi journalisturin og samskiftisráðgevin Per Højgaard úr Havn er deyður eftir drúgva sjúkralegu, 49 ára gamal.
Per Højgaard var kendur í føroyska almenninginum, serliga fyri tíðina tá hann saman við journalistfelaganum Kára Durhuus dekkaði fullveldissamráðingarnar á Christiansborg seinast í nítitalinum fyri Útvarp Føroya.
Sum journalistur hevði hann royndir frá bæði útvarpi, sjónvarpi og bløðum í Føroyum, men serliga er tað arbeiðið fyri Føroysku Tíðindastovuna á Christiansborg, sum hann verður mintur fyri. Per Højgaard átti eisini ein týðandi leiklut í heimildafilminum ”Færøerne.dk”, sum leikstjórin Ulla Boje Rasmussen gjørdi um fullveldissamráðingarnar.
Seinni á starvsleiðini arbeiddi Per sum samskiftisráðgevi. Hann var í starvi hjá Tórshavnar kommunu og hjá Eik Banka.
Eftir at hann flutti aftur til Danmarkar fór hann aftur á Christiansborg har hann virkaði sum ráðgevi hjá Edmund Joensen á Fólkatingi.
Fyri nøkrum árum síðani varð hann raktur av lívshættisligari sjúku, og í gjár andaðist hann, júst tveir mánaðir áðrenn kann kundi verið farin um tey hálvthundrað.
Per Højgaard giftist Maikin Isholm í fjør. Saman eiga tey tvey børn, ein tíggju ára gamla Artur og seks ára gomlu Ingrid. Frammanundan átti Per eina hálvvaksna dóttir, Barba, og ein vaksnan son, Hákun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald