Mentan

Peter Schmeichel & The Ones á Tórsfest 2023

Tað munnu vera tey fægstu ið vita, at málmaðurin - ið tey flestu kenna frá stórheitstíðini hjá Manchester United – eisini er tónleikari

2023-03-24 17:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fótbóltslegendan Peter Schmeichel kemur at framføra á Tórsfest 2023 saman við bólkinum The Ones.

Tað munnu vera tey fægstu ið vita, at málmaðurin - ið tey flestu kenna frá stórheitstíðini hjá Manchester United – eisini er tónleikari.

Hann sigur seg altíð hava havt ein stóran áhuga fyri tónleiki, men hevur ikki fyrr enn nú fingið hug og dirvi til at halda konsertir, og verður tað tí ein heilt serlig framførsla á Tórsfest 2023.

Hugskotið til bólkin ‘Peter Schmeicel & the Ones’ kom, tá Peter var á konsert hjá Magtens Korridorer í 2017. Teir møttust eftir konsertina, blivu vinir og fóru at spæla tónleik saman og hava síðan stovnað bólkin Peter Schmeichel & the Ones, ið nú leggja leiðina framvið miðbýin í Havn tann 22. juli, tá Tórsfest er á skrá.

Frammanundan er greitt at Lukas Graham og Páll Finnur Páll koma á Tórsfest og fyriskiparar gleða seg at kunngerða fleiri nøvn í næstum.

Atgonumerki fáast hjá Telebúðunum á Tvøroyi, í SMS, Hoyvík, Saltangará og í Klaksvík, í effo í Gundadali og á www.ebillett.fo.

Tórsfest 2023 í samstarvi við OY, Burger King, ETA, Føroya Tele, effo, Atlantic Airways og betri trygging.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder