Innanlands

Petra Arge, Anna Dalsgaard og Jóngerð Poulsen heiðraðar í dag

Á samkomu í dag í Mettustovu hava Kvinnufelagið í Havn og Mettugrunnurin heiðrað trimum kvinnum

2020-03-08 15:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kvinnufelagið í Havn hevur tilnevnt Petru Arge til heiðurslim í felagnum.

Petra Arge var valdi til nevndina á stovnandi fundinum i Kvinnufelagnum 31. mars 1952. Síðani stovnan hevur Petra Arge verið ein virkin og trúfastur stuðul í Kvinnufelagnum.

Mettugrunnurin, sum er ein grunnur undir Kvinnufelagnum, hevur valt at heiðra Annu Dalsgaard og Jóngerð Poulsen, sum tóku stig til at stovna Beran.

Berin eru sorgarbólkar fyri børn/ung og avvarðandi, sum hava mist ein av sínum nærmastu. Síðani teir fyrstu sorgarbólkarnir vóru stovnaðir í 2003 er virksemið hjá Beranum økt munandi, og er tað prógv um, at stórur tørvur er á hesumsorgarbólkum.

– Nevndin í Kvinnufelagnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder