Hjartafelagið: Sølan av einum sergjørdum vøkrum spinnara í avmarkaðari nøgd hevur givið tilsamans 5.000 kr., sum Jógvan Weihe hevur latið áhugabólkinum Hjartabarnið.
Fiskiáhugað hava millum aðra útgerð hjá Jógvan Weihe í eitt avmarkað tíðarskeið kunnað keypt ein sergjørdan spinnara, sum Charles Olsen hevur sniðgivið. Harvið hava tey samstundis stuðlað føroyskum hjartabørnum.
Sølan hevur gingið væl, og á einum tiltaki hjá Hjartabarninum varð stuðulin handaður.
Charles Olsen handaði vegna P/F Jógvan Weihe Eyðnu Joensen, forkvinnu í Hjartafelagnum, stuðulin og ein spinnara.
Í Føroyum verða uml. fimm børn um árið fødd við hjartafeili, og í Hjartafelagnum eru tey so sera fegin um stuðulin, og tað kreativa átakið, sum Jógvan Weihe hevur staðið fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald