2019-01-18 14:09
Philip prinsur í Stórabretlandi var í gjár í einum ógvusligum óhappi. 97 ára gamli prinsurin sat sjálvur handan róðri, tá hann rendi saman við ein bil, har tvær kvinnur og eitt smábarn sótu í.
Samanstoyturin var so ógvusligur, at bilurin hjá Philip prinsi koppaði á síðuni.
Eygnavitni siga, at prinsurin slapp óskaddur úr bilinum, tó at hann var nakað skelkaður um hendingina. Eygnavitni sigur víðari, at hon var bilsin av at prinsurin slapp óskaddur, tí at ferðsluóhappið var ógvusligt.
Kvinnurnar fóru til viðgerð á sjúkrahúsi, men hava tað gott. Smábarnið fekk ongan skaða í óhappinum.
(Philip prinsur: Mynd - BBC)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald