Mentan

Pílagrímsferðin til New Orleans

Rani Nolsøe greiðir frá ferðini hann gjørdi fyri at finna upprunan til nýggja tónleikin, sum kom skolandi yvir okkum í sekstiárunum

2024-12-11 17:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í kvøld og í annaðkvøld er møguleiki at hoyra spennandi fyrilestur í orðum og tónum hjá Rana Nolsøe um pílagrímsferðina, hann hevur verið í Amerika, har endamálið var at leita aftur til tónleikin, sum tók seg upp millum trælirnar og toppaði við Elvis Presley.

Síðan skolaði tónleikurin yvir Føroyar gjøgnum Radio Luxembourg, vakti ungdómin til lívs, og skapti eksplosivu undirtøkuna í Vági, idolini í Havn og skelkin við kioskina hjá Hans í Klaksvík, tá harður streymur varð settur á tónleikin. 

Fyrra tiltakið verður í Varpinum í Klaksvík í kvøld og tað seinna í Perluni í Havn í annaðkvøld. Kvøldið við fyrilestri og tónleiki verður hildið í sambandi við ferðina til USA og nýggju bókina 'Endiliga - rokk tónleikurin er komin til Klaksvíkar', sum verður løgd fram tann 29. mars í 2025.

Atgongumerki á Atgongumerki.fo 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder