Á skránni til afturvendandi festivalin til børn og ung, Frítt Flog í Norðurlandahúsinum, er m.a. dansiframsýningin Untz Baby Untz, har pinkubørn og smábørn – millum seks mánaðir og tvey ár – verða boðin til dans við teknotónleiki.
Framsýningin fagnar tað villa, tað klikkaða og glaða í okkum, og tekur børnini við inn í ein heim við litum, rørslum, royki og neonljósum.
Frítt Flog verður í døgunum 15. til 23. apríl við einari breiðari skrá – frá kompostverkstovu og ljóðframsýning til tannáringasjónleik og konsert við Sigurd Barret og Føroya Symfoniorkestri.
Untz Baby Untz verður 21. apríl klokkan 9 og 10.30 og 22. apríl, klokkan 10 og 11.30.
Skráin fyri dagarnar sæst á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum. Skrá til skúlar og dagstovnar sæst her.
Her er eitt brot úr Untz Baby Untz:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald