Í kvøld verður seinni dagur av Pisudøgum, ið Meginfelag Føroyskra Studenta saman við útbúgvingarvegleiðaranum og Betri skipar fyri. Í gjár var tiltakið í Saltangará og varð væl vitjað.
Pisudagar er til tín, ið skal undir víðari lestur, í Føroyum ella uttanlands. Serkøn fólk frá MFS, Studna og Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark koma at kunnað um SU, ÚSUN, NemKontu, NemID, Føroyafrádrátt o.a., umframt at svara spurningum, ið stinga seg upp. Eisini vera lesandi frá m.a. Norra, Íslandi og Póllandi, umframt tey føroysku lestrarfeløgini í Keypmannahavn á staðnum.
Sushi frá Etika verður at fáa og Heiðrikur kemur at diska til tiltakið. Luttakandi hava møguleika at vinna ein Sveiggj ferðaseðil og eisini ber til at keypa atgongumerkið til Lestrargonguna hjá MFS. Aftaná verður pubquiz við góðum vinningum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald