2020-06-20 08:05
Arbeiðið við at byggja nýggjan skúla og ítróttarhøll á Oyrarbakka gongur væl.
Í løtuni verður økið uttan um skúlan gjørt. Tað er fyritøkan Urtagarðstænastan við Haraldi S. Hammer, sum er undirarbeiðstakari hjá Jóan Petur Vang, Byggimeistara, sum ger arbeiðið.
Í góðveðrinum leygardagin vórðu nakrar avbera vakrar myndir tiknar, sum Sunda kommuna hevur lagt á heimasíðu sína, har fleiri myndir eisini síggjast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald