Sum partur av Barnavikuni í Norðurlandahúsinum, sum verður í døgunum 1. – 9. mai, verður plantuverkstova í forhøllini í Norðurlandahúsinum sunnudagin 2. mai.
Tiltakið er í sambandi við, at Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út bókina Sprettur og spírar – urtagarðsbók til børn.
Bókin er full av einføldum ítrivum, sum geva øllum forvitnum, ungum gartnarum íblástur, og tað er uttan mun til, um ein eigur ein urtagarð, eina altan ella bara ein vindeygakarm. Á plantuverkstovuni verður m.a. farið í holt við at gera urtapottar úr avíspappíri.
Kirsten Bradley hevur skrivað bókina Sprettur og spírar – urtagarðsbók til børn, og Beinta Johannesen hevur týtt úr enskum.
Bókin kemur til Bókaklubbalimir, sum eru 7-8 ár, í apríl, og verður eisini til keyps í bókhandlunum tá. Bókin verður eisini til sølu í Norðurlandahúsinum alla Barnavikuna, og sunnudagin 2. mai verður Bókadeildin harumframt til staðar í húsinum og selur aðrar bøkur. Allar bøkur verða hendan dagin seldar fyri serprís, skrivar Bókadeildin í tíðindaskrivi.
Undirvísararnir á plantuverkstovuni eru Birgith Lassen, og Ingilín D. Strøm, urtagarðsáhugaðar og ávikavist fyriskipari av og luttakari á urtagarðsátakinum Býarfesti. Ingilín og Birgith elska at sáa og velta og fara at leggja børnunum lag á.
Verkstovan er fyri tey, ið eru í aldrinum uml. 7-11 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald