Innanlands

Pógvhandan á Glasi: Vilja vera fyrsta val hjá vinnuni

58 lesandi á Glasi fingið prógv fyri hægri lestur á sjey ymsum útbúgvingum

2018-06-26 18:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Við orðunum “Glasir ynskir at vera fyrsta val hjá vinnuni” handaði Bogi Bech Jensen heili 58 lesandi á Glasi prógv fyri hægri lestur á 7 ymsum útbúgvingum. Umframt røðuna hjá rektaranum helt Ólavur Ellefsen, íverkseti og stýrisformaður á Fróðskaparsetrinum, røðu fyri próvtakarunum.

Fyri fulltíðarlestur, fingu 7 prógv innan Byggitøkni, 4 innan Byggifrøði og 11 innan Fíggjarbúskap. Harafturat vóru tað 5, sum fingu prógv innan Akademiútbúgvingina og 4 fyri Diplomútbúgving í Leiðslu. At enda vóru tað 11, sum høvdu staðið fyrra part av HD-útbúgvingini og 17, sum høvdu staðið HD annan part, herundir 11 innan roknskap og 6 innan marketing management.

Í heyst byrja nýggir flokkar innan Fíggjarbúskap, Byggitøkni og Byggifrøði, her er talan um fulltíðarlestur. Eisini er ætlanin at stovna nýggjar flokkar innan tríggjar ymiskar akademiútbúgvingar umframt HD. Umsóknarfreistin til Akademiútbúgvingina og HD er 1. august og søkjast kann á Glasir.fo.

Niðanfyri er felagsmynd, sum Martin Sirkovsky tók aftaná prógvhandanina á Skúlaheiminum úti í Marknagili. Vit ynskja øllum hjartaliga tillukku við próvnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder