 
                
            Listamaðurin Pól Skarðenni hevur henda mánaðin luttiki í kapping fyri málarar í Onglandi. Og tað gekk so mikið væl, at listamálarin í Vatnsoyrum kom heimaftur við einum øðrum plássi.
Talan er um kappingina Paint Out Norwich, sum gongur út upp á at mála átta málningar í átta dagar, ein málning hvønn dag á ymsum støðum, sum fyrireikararnir valdu út frammanundan.
Pól Skarðenni er kendur fyri at mála landslagsmálningar, og hann málar teir á staðnum. Og sigast má at dómararnar dámdu málningarnar hjá føroyingunum, tí av teimum 100 listafólkunum, sum vóru við í kappingini, fekk Pól eitt flott annað pláss.
Heimasíðan hjá Vága kommunu skrivar, at tá Pól Skarðenni kom heim aftur til Vatnsoyrar fyrrapartin í gjár, skipaði bygdafólkið fyri móttøku, við sangi og røðu. Albert Ellefsen, varaborgarstjóri í Vága kommunu, bar fram heilsu frá býráðnum.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/07/27/gallery-thumbnail/1690451070hvad90surg.jpg) Ein av myndunum, sum Pól Skarðenni málaði í Norwich (Mynd: Pól Skarðenni á Facebook)
Ein av myndunum, sum Pól Skarðenni málaði í Norwich (Mynd: Pól Skarðenni á Facebook)
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald