Viðurskiftini millum grannalondini Poland og Ukraina eru ikki av teimum allarbestu, nú dagurin nærkast, at polendingar skulu velja nýtt tjóðarting.
Í gjárkvøldið fekk polski forsætisráðharrin, Mateusz Morawiecki, tað at ljóða sum landið fór at støðga hernaðarliga stuðlinum til álopsrakta Ukraina, skrivar dr.dk.
Í eini sjónvarpssamrøðu segði Morawiecki, at Poland ikki longur vór at lata Ukraina vápn, tí landið sjálvt hevði tørv á at búgva her sín við fleiri og meira nútímans vápnum.
Tað er tó óvist, um hetta longu nú fær avleiðingar fyri vápnaveitingina til Ukraina.
Seinastu mánaðirnar hevur Poland sent fleiri túsund herfólk til markið suður móti Hvítarusslandi, fyri at ræða “eitt møguligt álop”, sum tað verður sagt, haðani. Hvítarussland er nærmasti sameindi hjá Russlandi.
Tað er minni enn ein mánaður til valið í Polandi, og eisini á øðrum mótum, er ósemja millum Poland og Ukraina.
Poland ynskir nevniliga – saman við Slovakia, Bulgaria, Rumenia og Ungarn – at leingja bannið móti innflutningi og sølu av fleiri landbúnaðarvørum úr Ukraina. Hetta snýr seg um hveiti, mais, raps og sólblómukjarnur.
Landbúnaðurin í Ukraina hevur síðan russisku innrásina selt búnaðarvørurnar fyri undirprís, og hetta hevur eitt nú lagt stórt búskaparligt trýst í polsku bøndurnar.
Ukreinski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, viðmerkti málið í gjár í síni røðu til ST-aðalfundin í New York, har hann hevðist at Polandi og øðrum londum fyri “óbeinleiðis” at stuðla Russlandi.
Hesum vísti polski forsætisráðharrin aftur.
- Eg ávari ukreinsku myndugleikarnar: Um tey víðka ósemjuna á henda hátt, so finna vit aðrar vørur, sum eisini kunnu koma við í innflutningsbannið. Tey skilja ikki, hvussu hart polski landbúnaðurin er raktur, segði Morawiecki í eini nýggjari sjónvarpssamrøðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald