Innanlands

Pole Hansen nýggjur leiðari fyri Ítróttaranlegg

59-ára gamli strandingurin við fjølbroyttu royndunum tekur við starvinum í høvuðsstaðarkommununi 1. august

Heini Gaard, mentanarleiðari, Pole Hansen, nýggjur leiðari fyri Ítróttaranlegg, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Hermann Mortensen, trivnaðarstjóri (Mynd: torshavn.fo)

Heini Gaard, mentanarleiðari, Pole Hansen, nýggjur leiðari fyri Ítróttaranlegg, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Hermann Mortensen, trivnaðarstjóri (Mynd: torshavn.fo)

2024-07-23 10:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tórshavnar kommuna hevur sett ein nýggjan leiðara fyri Ítróttaranlegg, sum millum annað tekur sær av ymiskum hallum í kommununi. Talan er um Pola J. Hansen.

Heimasíðan torshavn.fo skrivar, at Pole tekur við starvinum frá 1. august at rokna.

Pole er 59 ára gamal, er ættaður av Strondum og býr í Hoyvík. Hann hevur fjølbroyttar útbúgvingar og royndir: Pole er skipsførari, maskinsmiður, intruktørur í fyrstuhjálp, innsatsleiðari og hevur undirvíst á Vinnuháskúlanum seinnu árini.

- Gjøgnum mong ár hevur Pole verið virkisleiðari á fleiri flakavirkjum. Eisini hevur hann sitið sum limur í bygdarráðnum í Sjóvar kommunu í 16 ár. Og eisini hevur hann verið bæði íðkari og venjari í nógv ár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder