- Tað er ein fantastisk kensla at vera komin á mál eftir 87 dagar úti á ísinum. Flestu teirra í bølamyrkri við pannulykt. Eg havi ilt við at fata tað.
Soleiðis sigur norski pólfararin, Børge Ousland, við blaðið VG eftir at hann og felagin, Mike Horn, gjáranáttina komu umborð á skipið Lance, ið varð sent avstað at bjarga teimum.
Hetta var í seinastu løtu, tí maturin var við at ganga undan hjá pólfarunum, sum stríddu seg fram í vánaligum líkindum og upp í 25 kuldastigum.
Ætlanin var, at teir skuldu náa fram til Svalbarð á ferðini úr Alaska, og at teir skuldu takast upp av bátinum Pangea hjá Mike Horn. Men ísurin vísti seg at vera alt ov ótryggur, og tí var gamla norska kanningarskipið Lance sent avstað fyri at bjarga teimum. Skipið skuldi leita sær so langt norð, sum til bar.
Tveir mans av skipinum vórðu síðan sendir út í kuldan og myrkrið á pólísinum við útgerð og mati og fyri at fylgja pólfarunum aftur til skipið.
Les eisini: Hjálpin nærkast neyðstøddum pólfararum
Á veg móti bjargingarliðnum var tað við at enda heilt galið fyri Mike horn. Hann datt niður í eina rivu í ísinum og niður í ísakalt vatn.
- Eg fekk hann upp og inn í tjaldið. Eg óttaðist at hann fór at doyggja, tí tað vóru 25 kuldastig og heilt nógvur vindur av landsynningi. Tíbetur gekk tað væl. Har hevði ikki fingið skaða, hann var bara kaldur, sigur Børge Ousland við NRK.
Leygarnáttina komu menninir frá Lance fram á teir.
Bengt Rotmo og Aleksander Gramme høvdu so mikið av mati við, at teir fýra kundu klára seg á ísinum í átta samdøgur afturat, men so leingi gekk tað tó ikki áðrenn teir kundu koma umborð á skipið og í hitan. Tað hendi sunnunáttina um hálvgun eitt tíðina.
- Tað var gott at koma umborð. Tað var fleiri ferðir á ferðini, at eg hevði mist trúnna um, at vit fóra at klára tað, segði Børge Ousland við blaðið VG, sum var við umborð á Lance.
Ousland er royndur polarfari. Hann er úrvalshermaður og ikki bangin fyri at taka eitt tak, men hetta var meira, enn hann fyrr hevur roynt.
- Eg havi verið á nógvum túrum, men hesin var tann harðasti og truplasti. Vit møttu nógvum truplum avbjóðingum á túrinum.
Við VG sigur Ousland, at hann er væl fyri eftir umstøðunum, og nú gleddi hann seg til slíkt einfalt sum at sita á einum stóli og liggja í eini song uttan at óttast fyri, um ísurin brotnar undan honum, ella at hvítabjarnir eru nær.
Mike Horn hevur frostskaðar á hondum og nøs, men fyri hann hevur sálarliga avbjóðingin verið tann harðasta.
- Kensluliga hevur hetta verið av truplastu túrum, tí tú skuldi berjast móti myrkrinum og áhaldandi kuldanum. Har var einki kveikjandi fyri hvørki heila ella eyga, sigur hann.
Umborð á Lance fingu teir fýra menninir fyrst eitt heitt bað og so eina stimbrandi máltíð: Spinatsúpan, búffar og sjokolátakøku.
Børge Ousland og Mike Horn (Mynd av Facebook)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald