Sjáldan hevur verið meiri átrokandi við einum politiskum pallborðsfundi enn júst nú. Tí hevur Frihedsbrevet boðsent øllum politisku forfólkunum til forfólkaumfar.
Tilvildin vil tað eisini soleiðis, at tað stundar til, at tað er eitt ár síðani, at valið var - og eitt ár síðani, at Frihedsbrevet sá dagsins ljós í Føroyum. Við øðrum orðum er eingin orsøk til ikki at koma saman til lívligt kjak.
Vit fara at skifta orð um nøkur av háaktuellu málunum, sum eru orsøk til, at tað brýtur um bæði borð hjá sitandi samgongu.
Forfólkini í øllum flokkunum hava boðað frá luttøku. Tí vera tað Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum, Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum, Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum, Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, Jenis av Rana úr Miðflokkinum og Ruth Vang úr Framsókn, sum koma at kjakast hetta kvøldið.
Tiltakið verður í annaðkvøld, mikukvøldið, klokkan 19.30 og verður hildið í Blábar í Havn í Niels Finsensensgøtu 23.
Jan Lamhauge, Barbara Holm og Rólant Waag Dam manna redaktiónina á Frihedsbrevet.fo (Mynd: Frihedsbrevet.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald