Upplýsingarnir, sum Herálvur Joensen, aðalstjóri í Vinnumálaráðnum, gav landsstýrismanni sínum 11. november eru av stórum týdningi.
Tað heldur André Ken Jakobsson, granskari á Center for militære Studier, á Københavns Universitet.
Sambært serfrøðinginum er hetta fyrstu ferð, at vesturheimurin hevur fingið prógv fyri, at tað er eitt tætt samstarv millum kinesiska statin og telefyritøkuna Huawei, sum annars hevur verrið lýst sum ein privatfyritøka.
André Ken Jakobseon sigur seg vera kunnaðan um innihaldið í upptøkunum hjá Kringvarpi Føroya, og í morgun greiddi hann frá í útvarpssendingini P1 Morgen hjá Danmarks Radio, at tað eru týðandi avdúkingar, sum koma fram.
Sterkasta dømi um samband
Hann segði, at upptøkurnar hjá Kringvarpinum eru sterkasta dømi, sum higartil er komið fram um tætta sambandið millum Huawei og kinesiska statin.
Og hann er heldur ikki í iva um, at um kinesiski sendimaðurin í Keypmannahavn hevur hótt Føroya landsstýri við handilsforðingum, um Føroya Tele ikki velur Huawei sum 5G-veitara, so er hetta ikki longur ein spurningur um handilspolitikk, men um uttanríkispolitikk og helst eisini trygdarpolitikk.
Tí var tað ikki satt, tá Mette Frederiksen í gjár upplýsti fyri fólkatinginum, at føroyingar sjálvir taka avgerð um hvønn veitara vit velja til komandi 5G-netið. Tí um málið ein uttanríkispolitiskur spurningur, so liggur avgerðin ikki í Tórshavn, men í Keypmannahavn.
Trygdarpolitiskur spurningur
Og upptøkurnar hjá Kringvarpinum hava eisini eina aðra avdúking, tí har kemur fram, at danska verjumálaráðið skal hava rátt uttanríkisráðnum frá at brúka Huawei, og tað má vera av trygdarpolitiskum orsøkum.
Hetta er eisini nýtt sambært André Ken Jakobsson.
Tá danska telefelagið TDC nakað óvæntað valdi Ericsson fram um Huawei varð sagt, at stjórnin einki hevði við ta avgerðina at gera. Nú ivast serfrøðingurin, tí okkurt bendir á, at danska verjumálaráðið metir Huawei at vera ein trygdarpolitiskur trupulleiki, eins og vit hava hoyrt úr USA gjøgnum sendikvinnuna Carla Sands.
Takk fyri seinast
Kanska er kinesiska hóttanin móti føroyingum eitt ”takk fyri seinast” til Danmark fyri ikki at velja Huawei. Og kanska eisini fyri donsku mótstøðuna at gera íløgur í infrakervið í Grønlandi. Og harvið seta kílar í Ríkisfelagsskapin.
Sendimaðurin hevði ikki sagt slíkt við løgmann, um hann ikki hevur fingið grønt ljós úr Beijing til at siga so, vísir granskarin á.
Og kanska avdúkingin kann fáa ávirkanina á eina líknandi støðutakan í Týsklandi, har tað sigst at Angela Merkel ikki hevur viljað lurta eftir trygdarpolitisku frámælunum um at velja Huawei sum 5G veitara.
Jú – talan er um stórpolitikk, sum verður avdúkaður í minuttlongu samrøðuni milluk Herálv Joensen og Helga Abrahamsen, sum Kringvarpið ”av óvart” kom at taka upp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald