Mikudagin sýnir Filmsfelagið "Poor Things" í Havnar Bio, sum hevur fingið nýggja útgerð, ið varð royndarkoyrd leygarkvøldið, tá felagið vísti "The Zone of Interest" fyri fullum sali.
Nýggi filmurin hjá grikska meistaranum, Yorgos Lanthimos (f.1973), hevur higartil vunnið 73 virðislønir, m.a. sum besti filmur í Venezia, Golden Globe, og fingið bestu ummæli hjá altjóða ummælarum, sum Peter Bradshaw á The Guardian, sum gevur fult stigatal. Nýggjasta er, at hann í 11 førum er í uppskoti at vinna ein Oscar, skrivar Filmsfelagið.
Eins og allir filmar hjá Lanthimos fer filmurin fram í einum groteskum og ofta perverteraðum umhvørvi, sum er alt annað enn sosialrealistiskt.
"Poor Things" byggir á samnevndu skaldsøguna hjá skotska Alistair Grey frá 1992, og kann lýsast sum ein romantisk Frankenstein-søga, har Golden Globe og Oscarvirðislønta Emma Stone fær høvuðsleiklutin sum hin unga Bella, ið granskarin Godwin (Willem Dafoe) vekir aftur til lívs.
Undir hansara vernd, letur ein nýggjur heimur seg upp fyri Bellu, men tá hon møtir amoralska advokatinum, Duncan (Mark Rufallo), rýmir hon saman við honum út í heim, vil gera seg leysa av tíðarinnar moraliserandi høftum og fer at stremba eftir javnrætti og frígering.
Yorgos Lanthimos hevur fyrr gjørt filmarnar "Dogtooth", "The Lobster" og "The Favourite".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald