Innanlands

Posta kappast við tað privata: Farin at koyra pitsa út

Almenna partafelagið koyrir nú pitsa út til fólk í høvuðsstaðnum. Ójøvn kapping, heldur stjórin í Auto

2020-03-31 22:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Posta hevur gjørt avtalu við Gist & vist um at koyra mat út fyri fyritøkuna. Hetta merkir Auto, sum longu frammanundan er hart rakt av koronakreppuni, visti Dagur og vika í kvøld.

Men Posta ger tað, tey hava loyvi til, sigur Arina Bischoff, søluleiðari hjá Posta.

- Hetta er so eitt tilboð, sum vit hava latið einum av okkara kundum, sum hevur valt at taka av tilboðnum, og tað er tað sum vit gera nú, sigur Arina Bischoff, við Dag og viku.

- Vit eru eitt alment partafelag, og vit virka sum øll onnur partafeløg, sigur hon.

- Tað keðiliga í tí, er at Posta hevur almennan eigaraskap, so tað er eitt alment partafelag, sum er komin inn á privata marknaðin. Og tá tað hendir, so er tað ólík kapping, sigur Dia Midjord, stjóri í Auto.

Síggj innslagið í Degi og viku her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder