Innanlands

Posturin í Føroyum hálvtannaðhundrað ár

Posta bjóðar viðskiftafólkum og samstarvsfeløgum til almenna 150 ára móttøku fríggjadagin

2021-09-22 11:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í 150 ár hava allir føroyingar verið okkara viðskiftafólk og tað ynskir Posta at hátíðarhalda saman við føroyingum.

Í 1871 varð fyri fyrstu ferð ein lóg um postviðurskifti, ið umfataði Føroyar sett í verk. Lógin merkti, at postútberingin til føroyingar fyri fyrsti ferð varð skipað og reglulig.

Í ár eru tað samstundis 45 ár síðan, at postverkið kom á føroyskar hendur. Virksemið er nógv broytt gjøgnum árini, og leikluturin í samfelagnum er framvegis stórur.

 - Gjøgnum tíðina hevur posturin havt ein týðandi leiklut í samfelagnum. Í dag flytur Posta alskyns sendingar, stórar sum lítlar, til føroyingar kring landið, til fyritøkur og til stovnar. Posta væntar eina hugnaliga móttøku saman við teimum, sum koma at hátíðarhalda við okkum, sigur Joel undir Leitinum, stjóri.   

Móttøkan verður á Óðinshædd fríggjadagin klokkan 15. Á tiltakinum verður tónleikur við Lenu & Niclas umframt hugleiðingar frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, og Karini Kjølbro, fyrrverandi løgtingskvinnu 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder