Innanlands

Poula gjørdist ársins granni: - Áh tín kúla

89 ára gamla Poula Poulsen á Tinghúsvegnum í Havn gjørdist ársins granni

(Mynd: KVF)

(Mynd: KVF)

2020-10-09 09:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var ein bilsin Poula Poulsen, sum fyri løtu síðani fekk vitjan av Góðan Morgun Føroyum.

Hon er kosin ársins granni 2020 av morgunsendingini hjá Kringvarpinum.

- Altso tað veit gud, halda tit at eg havi fortjent hetta? Åh tín kúla, segði Poula Poulsen skemtiliga við Sólfríðu Helmsdal, sum hevði tilnevnt 89 ára gamla grannan.

Hon er tann síðsta, sum er eftir av teimum, sum bygdu hús á Tinghúsvegnum. Foreldrini hjá Sólfríðu fóru fyri tíð síðani, men Poula er framvegis áhuga og trúføst.

Soleiðis sá tað út:

Í grundgevingini stóð millum annað soleiðis:

- Hon hevur meira enn í 50 ár verið granni hjá foreldrum mínum. Tey høvdu tætt og dagligt samband øll árini. Poula hevur altíð verið gløgg og áhugað í øllum lívsins viðurskiftum, og hava nógv havt gleði av hennara trúfesti.

- Sum míni foreldur viknaðu æði fysiskt og mentalt var Poula teirra ljóspunkt við hennara vitjanum morgun og seinnapart. Altíð við onkrum góðum afturvið drekkamunninum og onkrum tíðindum. Hjá okkum var hon tryggleikin at halda eyga við foreldrunum meðan vit fóru til arbeiðis ella burtur. Míni foreldur eru nú deyð fyri hálvum og fyri tveimum árum síðani, men framvegis er hon trúgv og áhuga, skrivaði Sólfríða Helmsdal í grundgevingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder