Seinnapartin í gjár var hátíðarhald á Fíggjardeildini hjá Tórshavnar kommunu, tí Poula Johansen hevði 40-ára starvsdag 22. oktober.
Í hesum sambandi fekk hon gullmedalju og heiðursbræv frá Tórhavnar kommunu, skrivar torshavn.fo.
Poula er eisini tilnevnd til “Kongens fortjenstmedalje vegna longu starvstíðina.
Hon byrjaði í starvinum í 1984 og hevur skula hildið skil á peninginum hjá størstu kommunu í landinum - eisini sum kommunan er vaksin nógv.
Myndir: torshavn.fo
Til ber at lesa alla røðuna um Poulu Johansen og síggja fleiri myndir á torshavn.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald