Innanlands

Poula Reinert-Petersen nýggjur leiðari í Nánd

Nánd, sum er heimatænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu fekk 1. mai nýggjan leiðara

(Mynd: Eysturkommuna.fo)

(Mynd: Eysturkommuna.fo)

2020-05-10 18:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Poula Reinert-Petersen er sett sum nýggjur leiðari í Nánd, heimatænastuni í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Hon byrjaði í starvinum tann 1. mai, skrivar Eysturkommuna á heimasíðuni.

Poula er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur við eftirútbúgving í fakligari vegleiðing og supervisión. Harafturat hevur hon eina heilsufakliga kandidat-útbúgving frá 2012 og er í gongd við leiðsluútbúgving.

Poula Reinert-Petersen hevur arbeitt nógv innan eldra- og heilsuøkið. Millum annað hevur hon verið leiðari í VEKS Eystur, ið er eldrasamstarvið millum Vestmanna, Eiði, Kvívík og Sunda kommunu, og seinastu 2 árini hevur hon verið leiðari á skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder