2024-01-29 17:45

Grafiski úrmælingurin, listamaðurin Marius Olsen, fer hesar komandi tríggjar vikurnar at arbeiða í Steinprenti. Samstarvið millum Marius og Steinprent hevur í ár 30 ár á baki, og listamaðurin hevur sjálvur samstundis 40 ára jubileum sum framsýnari.
Í hesum sambandi verður ein forkunnug framsýning í framsýningini í Steinprenti. Framsýningin letur upp leygardagin klokkan 15. Prent, ið ongantíð eru framsýnd áður, summi prentað í Steinprent, onnur í listamansins egna verkstað, verða at síggja á framsýningini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald