placeholder
Mentan

Prentmyndir av ymsum slagi í Smiðjuni

Eitt HáTrýsT liggur yvir Smiðjuni í Lítluvík frá 4. til 8. august.

2023-08-01 09:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vit vita, at liggjandi hátrýst oftast hava góðveður við sær og tær fimm, Ásla Rannvá Svensson, Edith Mørkøre, Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, Rakel Helmsdal og Rikke Bak fara at syrgja fyri, at líkamikið hvussu tað er úti, so verður HáTrýsT inni í Smiðjuni í Lítluvík tann 4. til 8. august.

Ferniseringin verður fríggjadagin 4. august kl. 16. 

Til ferniseringina lesur Beinir Bergsson upp, og Jón Klæmint A'Lee Hofgaard framførir tónleik

Listabólkurin HáTrýsT sýnir fram grafisk listaprent í sera fjølbroyttari tøkni: Linoleumprent av øllum handa slag, raderingar, cyanotypiprent, steinprent og træskurðar, prent í støddum frá frímerkjastødd upp til “sofastykkir”, og við fjølbroyttum myndevnum frá abstraktum úttrykkum til figurativ myndevni, har áskoðarin kennur seg aftur á útvaldum støðum.

Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík er opin frá fríggjadegnum til týsdagin. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder