Innanlands

Prestasonurin fekk fyrsta frítíðarkortið hjá Nes kommunu

Talan er um eina royndarskipan fyri 2020

Olaf Brim saman við pápanum, prestinum Ova Brim, borgarstjóranum og nýggja frítíðarkortinum (Mynd: Nes kommuna)

Olaf Brim saman við pápanum, prestinum Ova Brim, borgarstjóranum og nýggja frítíðarkortinum (Mynd: Nes kommuna)

2020-02-10 08:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá bygdaráðið viðgjørdi fíggjarætlanina fyri 2020,varð samtykt at børn ung í Nes kommunu skuldu fáa møguleika at fáa eitt frítíðarkart, hetta fyri at stuðla fíggjarliga so at møguleiki er at gera fleiri frítíðarítriv. Runavíkar kommuna kunngjørdi tíðliga í november, at hetta fór at vera møguguligt har, og Nes kommuna ynskti eisini at gera tað.

Les eisini: Fritiðarkort í Nes kommunu

Leygardagin vórðu frítíðarkortini hjá Nes kommunu fyri 2020 útflýggjaði í Tofta skúla í samband við, at B68 hevði eina innandura kapping. Nes kommuna skrivar, at kunning varð givin um, hvussu tað kann nýtast, og hvussu tað fer at verða umsitið.

Tað var sonur Ova Brim prest, Olaf Brim, sum var fysta barnið, sum fekk útflýggjað frítíðarkortið.

Øll børn og ung í aldrinum 6 til 18 ár fáa eitt frítíðarkort til eitt virði á kr. 2.000, sum kann nýtast til lima- og luttøkugjald í ymisku ítróttar- og frítíðarvirksemis tilboðunum, sum teimum standa í boði í Nes kommunu og aðrastaðni. Tvs. at frítíðarkortið er galdandi fyri tey sum fylla 6 ár í 2020 til og við tey, sum fylla 18 ár í 2020. Frítíðarkortið kann nýtast til: Ítrótt, skótar, kvøldskúla, musikkskúla v.m.

Talan er um eina royndarskipan. Nes kommuna skrivar, at tey sum ikki høvdu møguleika at fáa kortið leygardagin fáa tað sendandi við postinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder