Fyrsta batch’ið av nýggja brygginum av Dímunargarði tykist at vera væl móttikið millum føroyingar. Hóast prísurin av nýggja rótabrygginum Mai er høgur – 285 krónur fyri eina fløsku – so hevur sølan verið góð, skilst.
Spenningurin er altíð stórur at royna eina heilt nýggja vøru. Tí hetta er ikki vín, ikki øl, ikki sider, men nakað heilt serligt.
Rótabryggj er tað, og tað ber fyrsta smakkiroyndin eisini boð um. Tað smakkar av tí, tað er – av rót.
Um tað so er rætti smakkurin, ið skal koma úr eini prýðiligari fløsku í sjampagnu-stíli, ja tað skal ein líka venja seg við.
Stríð at sleppa fram at proppinum
Størri avbjóðing enn fyrsta tilvenjingin av smakkinum, er tó av fáa fløskuna upp.
Sum sagt, er rótabryggið tappað í fløskur av tí slagi, sum verða brúktar til brúsandi víndrykkir, men Mai er ikki proppað við teimum vanligu proppunum, ein kann taka í og vríggja av. Mai er proppað við vanligum korkproppi væl niður í hálsin, sum skal takast upp við vínupptrekkjara.
Fyri at halda brúsandi drykkinum í fløskuni, er hon sigld við onkrum slag av lakki, sum vit onkuntíð eisini síggja á øðrum drykkjuvørum í ekslusiva prísklassanum, onkrum slag av bourbon, til dømis.
Men svarta siglið á Mai-fløskuni er tjúkt, og ongin vegleiðing er fyri, hvussu gerast skal fyri at fáa tað av toppinum, so tað slepst fram at proppinum.
Helst er ein betri háttur at nýta, enn tann eg royndi, við einum køksknívi at telgja sum frægast burturav uttan at oyðileggja knívseggina móti glasfløskuni. Tað er ikki lætt, og tekur sína tíð.
Frískligt
Tá proppurin endiliga er komin av, er at skeinkja upp í gløsini. Tað sær gott út – brúsar ikki nógv, men smáu blørðurnar leggja seg vakurt móti síðuni á glasinum, frískligt.
Smakkurin er eisini frískligur, men ikki sjampagnu- ella cider-frískligur. Hann er frískligur eins nýupptikin hvítamai – saftig og eitt lítið sindur beisk í sínum søtleika.
Sigast má, at Eva og Jógvan Jón, bóndahjúnini á Dímunargarði, saman við bryggjarunum hjá Okkara hava fingið eina sera spennandi vøru burtur úr frískligu rótini, sum er ein stór avbjóðing, tí hvítamai ikki kann goymast eins og kálrabirótin, tí hon missir sín frískleika eftir nakrar dagar.
Her er megnað at sigla frískleikan niður í fløsku, og tað eiga framgangsríku bóndafólkini at fáa stórt rós fyri.
Tað er ein sannroynd, at við rættari marknaðarføring ber til at selja eina vøru fyri nógvar pengar, um tað eydnast at sannføra keyparan um eksklusivitetin á vøruni – vónandi eydnast hetta teimum úr Dímun.
Tey kunnu neyvan rokna við vanlig fólk var at keypa slíka fløsku fleiri ferðir um árið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald