Mentan

Próvtøka í orgulspæli í Vesturkirkjuni mikukvøldið

Almenningurin kann koma og lurta, tá Ari Hammer Joensen fer upp til endaliga próvtøku á miðnámi í orgulspæli

2023-05-01 20:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Trý tey seinastu árini hevur Ari Hammer Joensen gingið til orgulspæl á miðnám í Tórshavnar musikkskúla. Nú er hann komin at enda við miðnámslestrinum og fer til próvtøku í orgulspæli mikukvøldið kl. 19.30.

Til próvtøkurnar á miðnám á musikkskúlanum eru sjálvandi bæði lærarar og próvdómarar, sum lurta og meta um tónleikaframførslurnar hjá næmingunum, men eisini øll onnur eru vælkomin at koma og lurta.

Hesi trý árini Ari hevur lisið á miðnám, hevur hann spælt nógv stór verk fyri orgul, og hann hevur tvær ferðir vunnið viðrisløn í klassisku tónleikakappingini Stella Polaris. Seinast fyrr í vár vann hann 1. virðisløn í sínum aldursbólki, har hann spældi tónleik hjá Bach og Messiaen.

Ari hevur eisini verið á orgulskeiðið fyri ungar gávaðar organistar í kenda orgulbýnum Haarlem í Niðurlondum, og hevur nú staðið upptøkuroynd til orgullesna á Kgl. danska musikkonservatoriinum í Keypmannahavn.

Aftur at konsertspæli hevur Ari eisini regluliga spælt til guðstænastur í Vesturkirkjuni og í Argja kirkju. Seinni í vár skal Ari eisini upp til próvtøku í organistútbúgvingini í Musikkskúlanum.

Mikukvøldið fer Ari at spæla Passacaglia fyri orgul eftir J. S. Bach, Koral í a-mol eftir Cesar Franck og verkið “Dieu Parmi Nous” av Messiaen. Millum verkini fer hann at spæla ein sálm – partvís í egnari útseting.

Øll eru vælkomin at koma og lurta eftir orgulspælinum hjá Ara.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder