Uttanlands

Putin: Vit brúka tyssibumbur, um tær verða brúktar móti okkum

Russar tilskila sær rættin til at svara aftur, um ukrainar brúka tyssibumbur móti russum, sigur russiski forsetin

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

2023-07-16 12:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski herurin er til reiðar at brúka tyssibumbur í Ukraina, um ukrainar brúka slík vápn móti russum, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin í samrøðu við russiskt sjónvarp.

Sambært Putin eigur Russland ymisk sløg av tyssibumbum á goymslu.

– Vit hava ikki brúkt tær enn, men, sjálvandi, um tey brúkar tær móti okkum, tilskila vit okkum rættin til at svara aftur, sigur Putin sambært Reuters.

Ein tyssibumba er eitt tyssi av smærri bumbum, sum kunnu spjaðast yvir eitt stórt øki, og tí kunnu tær verða vandamiklar fyri sivilfólk, eisini langt aftaná, at bumban er slept.

Bumburnar eru bannaðar í yvir 100 londum, og hevur USA verið fyri atfinningum fyri at senda tær til Ukraina. Amerikanski forsetin, Joe Biden hevur greitt frá, at avgerðin um at senda ukrainum tyssibumbur var torfør, men at hann var sannførdur um, at Ukraina hevur tørv á teimum.

Russiski forsetin sigur, at hann metir tað vera eitt brotsverk at brúka tyssibumbur, og at Russland enn ikki hevur havt tørv á teimum. Sambært mannarættindafelagsskapinum Human Rights Watch hava tó bæði Russland og Ukraina brúkt tyssibumbur.

Les eisini: Jenis við áheitan til Biden: Send ikki tyssibumbur til Ukraina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder