Uttanlands

Quim Torra ákærdur fyri ólýdni

Katalanski leiðarin hevur verið í rættinum í dag, eftir at hann noktaði at taka merkið hjá katalansku loysingarrørsluni av almennum bygningum

Quim Torra (Mynd: EPA)

Quim Torra (Mynd: EPA)

2019-11-18 14:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Katalanski leiðarin, Quim Torra hevur í dag verið í rættinum í Barcelona, har hann varð ákærdur fyri ólýdni. Orsøkin var, at hann noktaði at taka merkið hjá katalansku loysingarrørsluni av almennum bygningum.

Quim Torra fekk í mars boð um at taka merkið hjá loysingarrørsluni niður áðrenn eitt val. Stýrið í Katalonia ignoreraði síðani tvær áheitanir um at taka eitt merki niður, sum var uttanfyri høvuðssætið hjá katalanska stýrinum. 

Ákærumyndugleikin hevur kravt, at rætturin hjá Quim Torra at stilla upp til val verður tikin frá honum í 20 mánaðir, skrivar Ritzau.

Fyri trimum vikum síðani skapti tað ófrið, tá spanski hægstirætturin gav fleiri fyrrverandi katalanskum leiðarum millum 9 og 13 ára fongsulsrevsing fyri at eggja til uppreistur í sambandi við fólkaatkvøðu um loysing.

Quim Torra hevur áður sagt, at hann vil arbeiða fyri katalanska loysingarmálinum, og hevur hann fleiri ferðir heitt á sponsku stjórnina um at fara í dialog við Katalonia um evnið.

Les eisini: Katalanski leiðarin vil hava nýggja fólkaatkvøðu um loysing

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder