Uttanlands

Katalanski leiðarin vil hava nýggja fólkaatkvøðu um loysing

Quim Torra ætlar at útskriva nýggja fólkaatkvøðu longu í hesum valskeiðnum

Quim Torra (Mynd: EPA)

Quim Torra (Mynd: EPA)

2019-10-17 15:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Katalonia eigur at skipa fyri enn einari fólkaatkvøðu um loysing.

Tað segði núverandi katalanski leiðarin, Quim Torra, við katalanska tjóðartingið í dag.

Sambært JyllandsPosten lovar hann at útskriva nýggja fólkaatkvøðu longu í hesum valskeiðnum.

Seinasta fólkaatkvøðan, sum var 1. oktober í 2017 varð ólóglig sambært sponsku stjórnini, og tað var nevniliga í sambandi við hesari fólkaatkvøðuni, at spanski hægstirætturin gav níggju fólk fleiri ára fongsulsrevsing mánadagin fyri m.a. at eggja til uppreistur.

Ófriður hevur verið í Katalonia seinastu dagarnar, m.a. í høvuðsstaðnum Barcelona, og Quim Torra segði í gjár, at katalanska stýrið ikki tekur undir við slíkum, og heitti hann á mótmælisfólk um at mótmæla á friðarligan hátt.

- Hetta má steðga umgangandi. Har er eingin grund til at seta eld á bilar ella at fremja nakað slag av herverki, segði hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder