Innanlands

Ráð um covid-19: Musklarnir í hálsinum kennast spentir - kann vera byrjandi sjúkutekin

Aftur breittfevnandi spurningar til Pál Weihe, serlækna

2020-03-14 16:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aftur í dag fevna spurningarnir til Pál Weihe, serlækna, breitt. Nú seinnapartin er møguligt á kvf.fo at spyrja hann um ymisk ivamál í sambandi við coronavirus.

Fleiri hava tikið av møguleikanum. Millum annað spyr er ein sum óttast um 8 ára gamla sonin, sum liggur við nógvum fepri og høvupínu. Kunnu børn fáa coronavirus, ljóðar spurningurin.

- Børn kunnu fáa corona, men tað er ógvuliga sjáldsamt, sum tað sær út í tølunum úr Kina, svarar Pál Weihe.

Anna sum sigur seg arbeiða á matarstaði har nógvir kundar eru hvønn dag, hevur ilt í hálsinum, tað prikar í, eri hás og tung í høvdinum, sigur hon. Hevur ikki febur enn. Skal eg kann meg, spyr hon serlæknan.

- Ja, tað haldi eg, ljóða boðini.

Ein borgari spyr soleiðis: Musklarnir í hálsinum følast spentir og tað følist, sum at hálsurin trekkir seg saman, men fái væl anda kortini. Er hetta eitt symptom upp á Coronavirus? Havi eingin onnur sjúkueyðkenni.

Hetta kann vera byrjandi sjúkutekin, sigur Pál Weihe, sum altso svarar spurningum á kvf.fo nú seinnapartin.

Síggj spurningar og set tín spurning her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder