
Meira enn tveir triðingar av føroysku veljarunum taka undir við, at ein radari verður settur upp á Sornfelli.
Spyr.fo spurdi í vikuni 500 veljarar um teirra støðu til radaran. Spurningurin var soljóðandi: “Heldur tú, at ein radari skal setast upp á Sornfelli?”. 68 prosent søgdu “ja”, 10 prosent søgdu “nei”, meðan 22 prosent søgdu seg ikki vita.
Harvið kann staðfestast, at undirtøkan fyri radaranum er vaksandi. 68 prosent fyri er 10 prosentstig fleiri enn í vetur, tá Fróðskaparsetrið setti føroysku veljarunum sama spurning í eini umfatandi kanning, sum Heini í Skorini stoð fyri. Tá søgdu 58 prosent ja, 20 prosent nei, og tá vóru tað eisini 22 prosent, sum søgdu seg ikki vita.
Ukraina-innrásin hevur ávirkað
Spyr.fo spurdi í kanningini nú í vikuni eisini, um støðan í Ukreina hevur ávirka hugburðin til spurningin um radaran. Spurningurin var soljóðandi: “Hevur russiska innrásin í Ukraina broytt tína støðu til radara á Sornfelli?”.
71 prosent siga, at støðan er óbroytt. 27 prosent siga, at tey eru “meira fyri radara nú”, meðan 2 prosent siga seg vera “meira ímóti einum radara nú”.
Kanningin vísir, at tað eru veljararnir hjá Fólkaflokkinum, sum eru mest ávirkaðir eftir tað, sum er hent í Ukraina. Triðji hvør fólkafloksveljari – 33 prosent – sigur seg nú vera meira fyri einum radara. Men í hesum flokkinum eru eisini 7 prosent, sum siga seg vera meira ímóti nú. Tað er eisini hægsta broytingin í hugburði ímóti radaranum.
Eisini javnaðarveljarar eru meira jaligir mótvegis radaranum nú. 32 prosent av teimum siga seg vera meira fyri radaranum nú.
Sambandsveljarar mest fyri – javnaðarveljarar mest ivasamir
Tað eru annars sambandsveljarar, sum taka dyggast undir við, at ein radari verður settur upp á Sornfelli. 90 prosent av veljarunum hjá Sambandsflokkinum siga ja til radaran.
Í Sjálvstýri eru 75 prosent fyri, í Fólkaflokkinum, Framsókn og Miðflokkinum eru 74 prosent fyri, í Tjóðveldi eru 63 prosent fyri og í Javnaðarflokkinum 58 prosent.
Javnaðarveljarar eru mest ivasamir, tí her er lutfalsliga fægst fyri, men her er eisini ein sera stórur partur, sum sigur seg ikki vita, heili 32 prosent.
Flestu nei-sigarar til spurningin um radara á Sornfelli finna vit í Sjálvstýri við 17 prosentum, Tjóðveldi við 16 og í Miðflokkinum við 11 prosentum.
Menninir siga ja – kvinnurnar ivast
Menninir eru nógv jaligari mótvegis radaranum enn menninir. 79 prosent av monnunum mótvegis 55 prosent av kvinnunum svara ja upp á spurningin. Ikki tí kvinnurnar eru meira ímóti, men tí tær eru meira ivasamar.
11 prosent av monnunum og 9 prosent av kvinnunum svara nei. Bert 10 prosent av monnunum siga seg ikki vita, meðan heili 36 prosent – meira enn triðja hvør – av kvinnunum svara “veit ikki”.
Tá hugt verður eftir aldurssamansetingini, so sæst, at tað eru tey eldru sum eru mest fyri einum radara, meðan tey yngru eru meira ivasom.
78 prosent av aldursbólkinum yvir 45 ár eru fyri radaranum og 56 prosent av teimum undir 45 ár. Men í yngra aldursbólkinum eru heili 30 prosent, sum siga seg vera í iva. Tað talið er bert 16 prosent í eldra aldursbólkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald