
Higartil hevur verið rátt frá at koppseta kvinnur, ið eru við barn ella sum geva bróst í Føroyum. Hetta er nú broytt, og mánadagin 2. august sleppa eisini tær framat at verða koppsettar, boðar Heilsumálaráðið frá.
Barnakonur og kvinnur, ið geva bróst, fáa nú eisini tilboð um koppseting fyri koronu. Hetta er út frá tilmæli frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, og eftir at koppsetingarbólkurin hevur ráðført seg við serlæknar í kvinnusjúkum – gynekologar – í føroyska sjúkrahúsverkinum, Kommunulæknafelag Føroya og Gigni.
Frammanundan eru øll, sum hava fylt 16 ár, fevnd av føroysku koppsetingarkunngerðini, so ikki er neyðugt at broyta hana, fyri at lata upp fyri koppseting av hesum bólkinum av kvinnum.
Í Føroyum snýr tað seg um 1.300- 1.400 kvinnur, sum nú sleppa framat at verða koppsettar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald