Uttanlands

Ráðgevi: Boris Johnson kann koma aftur til valdið

Tað er ikki óhugsandi, at fráfarandi bretski forsætisráðharrin einaferð í framtíðini fer at fáa ein nýggjan álitissess, heldur ein av fyrrverandi ráðgevum hansara

Tað var 7. juli, at Boris Johnson boðaði frá, at hann fór at leggja frá sær sum forsætisráðharri og formaður í konservativa flokkinum (Mynd: EPA)

Tað var 7. juli, at Boris Johnson boðaði frá, at hann fór at leggja frá sær sum forsætisráðharri og formaður í konservativa flokkinum (Mynd: EPA)

2022-09-04 16:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast Boris Johnson týsdagin fer at leggja frá sær eftir trý ár í forsætisráðharrasessinum í kjalarvørrinum á fleiri gølum, er tað ikki óhugsandi, at hann aftur ein dagin fær ein álitissess.

Tað sigur ein av fyrrverandi ráðgevum hansara, Edward Lister við tíðindastovuna Reuters.

Tað var 7. juli, at 58 ára gamli Boris Johnson boðaði frá, at hann fór at leggja frá sær sum forsætisráðharri og formaður í konservativa flokkinum, eftir at ráðharrar í hópatali høvdu lagt frá sær. Í morgin verður eftirmaður hansara almannakunngjørdur, og týsdagin leggur Johnson formliga frá sær.

Tað verður annaðhvørt fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin Rishi Sunak ella núverandi uttanríkismálaráðharrin, Liz Truss, sum gerst nýggjur leiðari í konservativa flokkinum og harvið eisini bretskur forsætisráðharri. Ábendingar eru um, at tað verður Liz Truss.

Boris Johnson hevur sagt, at hann fer at halda fram sum tjóðartingslimur, og fer hann at stuðla nýggja forsætisráðharranum.

Edward Lister sigur, at, hann heldur tað vera væl møguligt, at fráfarandi bretski forsætisráðharrin aftur einaferð fer at hava ein álitissess.

– Eg hevði ongantíð útilokað nakað, tá kemur til Boris Johnson. Alt er møguligt, sigur hann.

Les eisini: Nýggi bretski forsætisráðharrin kunngjørdur mánadagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder