
Í næstum verður oljutangin á ráðhúsinum á Vaglinum í Havn fyltur fyri seinastu ferð. Oljan verður nú skift út við jarðhita, sum fer at hita bygningin upp í framtíðini, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.
Sáttmáli varð í gjár undirskrivaður við fyritøkuna Mariu Poulsen, sum stendur fyri arbeiðinum at skifta frá oljuni til jarðhitan.
Hans Tausen skrivaði undir fyri Mariu Poulsen og Heðin Mortensen fyri Tórshavnar kommunu. Ráðgevi er Sp/f RAM.
Ein jarðhitapumpa fer at hita sjálvan bygningin umframt brúksvatnið. Hitapumpan gagnnýtir orkuna frá varandi orkukeldum, og sostatt verður ráðhúsið í framtíðini hitað við eini 100 prosent grønari hitaloysn.
Bara í fjør brúkti ráðhúsið 15.119 litrar av olju svarandi til áleið 150.119 kWt. Árliga rokningin fyri oljuna hevur verið um 100.000 krónur. Rokningin fyri at hita ráðhúsið fer at tódna munandi við jarðhitanum, skrivar torshavn.fo.
Við jarðhitanum er metta elnýtslan 40-50.000 kWt/ár, og CO2 útlátið fer at minka við áleið 50-70 prosentum.
Elorka drívur hitapumpuna, sum framleiðir hita til hitaskipanina í bygninginum. Hitapumpan fær hita úr jørðini gjøgnum slangur, sum eru boraðar niður í jørðina.
Jarðhitin á ráðhúsinum er partur av einum orkuátaki hjá Tórshavnar kommunu, sum hevur til endamáls at leggja kommunalar bygningar um til grønar orkukeldur.
Arbeiðið at bora holini til jarðhitan byrjar beinanvegin, og longu um mánaðarskiftið fer jarðhitapumpan at hita bæði ráðhúsið og brúksvatnið í bygninginum.
-
Frá vinstru: Johnny Durhuus, orkuverkfrøðingur hjá Tórshavnar kommunu, Unn S. Perdomo, leiðari á húsaumsitingini, Bjørg Dam, nevndarforkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini, Hans Tausen, verkætlanarleiðari hjá Mariu Poulsen, Per Eirikur Húsgarð, søluráðgevi, Kjartan á Dul, sølustjóri og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald