Mentan

Ráðstevna um burðardyggar mentanarupplivingar í Norðurlondum

Ráðstevnan verður mánadagin 16. januar - tilmeldingarfrestin er í morgin

Grøna vegakortið yvir mentanarupplivingar í Norðurlondum er partur av Sustainable living hjá Norðurlendska ráðharraráðnum, sum verður eitt amboð í arbeiðinum at menna grøna skiftið hjá mentanarstovnum í Norðurlondum

Grøna vegakortið yvir mentanarupplivingar í Norðurlondum er partur av Sustainable living hjá Norðurlendska ráðharraráðnum, sum verður eitt amboð í arbeiðinum at menna grøna skiftið hjá mentanarstovnum í Norðurlondum

2023-01-07 12:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Grøna skiftið átti at verið lættari fyri mentanarstovnar. Tí bjóðar Norðurlandahúsið í Føroyum áhugaðum til ráðstevnu, har arbeiðið við at gera eitt grønt vegakort til burðardyggar mentanarupplivingar í Norðurlondum verður lagt fram, umrøtt og ment.Grøna vegakortið yvir mentanarupplivingar í Norðurlondum er partur av Sustainable living hjá Norðurlendska ráðharraráðnum, sum verður eitt amboð í arbeiðinum at menna grøna skiftið hjá mentanarstovnum í Norðurlondum, og fer tað at gera tað lættari hjá mentanarstovnum at fara í holt við grøna skiftið.List- og mentanargeiranum í Norðurlondum vantar stuðulsskipanir, leiðreglur og amboð til eitt skynsamt skifti til eina grønari mentanaruppliving.Vegakortið eyðmerkir og tekur burtur forðingarnar fyri neyðugum átøkum, tað eggjar til broyting, mennir nýggjar mannagongdir og hjálpir við at flyta vitan í verk.Ráðstevnan bjóðar innlit og vitanardeiling um burðardygga mentan. Skráin sæst á nlh.fo. Íkast verður frá fakpersónum, umframt pallborðskjak og verkstova.

Ráðstevnan í Norðurlandahúsinum 16. januar verður eisini stroymd. Hon er fyri mentanarstovnar í Norðurlondum og øll áhugað. Ráðstevnan er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding. Freistin er í morgin, sunnudagin 8. januar.

Norðurlandahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder