Innanlands

Ragnhild Mørkøre hevur havt sín seinasta starvsdag í Sunda kommunu

Eftir 35 ár, har hon hevur myndað móttøkuna og fyrisitingina, er Ragnhild farin frá vegna aldur. Hon byrjaði í Hósvík og helt fram eftir samanleggingina

Ragnhild Mørkøre saman við Erlandi Berg Danielsen, kommunustjóra (t.v.) og Eyðstein Zachariasen, borgarstjóra, (t.h.) - Mynd: sunda.fo

Ragnhild Mørkøre saman við Erlandi Berg Danielsen, kommunustjóra (t.v.) og Eyðstein Zachariasen, borgarstjóra, (t.h.) - Mynd: sunda.fo

2025-04-16 20:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í nógv ár hevur hon myndað móttøkuna og fyrisitingina; fyrst í Hósvíkar kommunu og síðani í samanløgdu Sunda kommunu. Nú verður ikki soleiðis longur.

Sunda kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at Ragnhild Mørkøre nú hevur havt sín seinasta starvsdag í Sunda kommunu.

Hetta er eftir heili 35 ár við drúgvari tænastu.

- Heili 35 ár hevur Ragnhild starvast hjá kommununi. Aftaná drúgva tænastu øll hesi árini, hevur Ragnhild valt at gevast í starvi vegna aldur.

Í hesum sambandi var fráfaringarløta á skrivstovuni á Oyrabakka í síðstu viku. Borgarstjórin, starvsfelagar og familja fingu høvið at siga nøkur orð.

Øll vóru á einum máli um, at Ragnhild hevur verið arbeiðssom, álítandi, fyrikomandi, hjálpsom og ein alfrøðibók innan fyrisiting. Umframt hesi var listin langur yvir jalig lýsingarorð, skrivar sunda.fo, ið slær fast, at tað verður stórur saknur í Ragnhild á kommunukontórinum í Sunda kommunu.

[object Object]
Myndir: sunda.fo

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder